Løgreglan í Reykjavík sigur, at enn eru eingi prógv fyri, at teir átta, sum vórðu handtiknir í sambandi við eitt álop í einum parkeringskjallara í í Reykjavík í síðstu viku, hava nakað tilknýti til Hamas.
Teir eru heldur ikki á nøkrum lista yvir yvirgangsmenn, sum eru undir illgruna.
Allir teir handtiknu eru útlendskir ríkisborgarar við lítlum tilknýti til landið, upplýsir miðilin Ævar.
Eitt av teimum trimum offrunum fyri álopinum er íslendskur ríkisborgari. Hann varð fluttur á intensivu deild á Landsjúkrahúsinum í Reykjavík eftir álopið, men er nú útskrivaður. Hinir høvdu nakrar minni skaðar.
Ein bilur verður hildin at hava verið brúktur í sambandi við álvarsliga álopinum í parkeringskjallaranum á Höfðatorg týskvøldið.
Álopið verður kannað sum drápsroynd og kanningin er umfatandi. 12 detektivar rannsakaðu parkeringskjallarin og løgdu hald á lutir, sum høvdu við málið at gera.