Higartil hava páskini verður stak friðarlig hjá løgregluni.
Kortini hevur løgreglan gjørt ferðmátinar ymsastaðni í Eysturoynni.
Har hava tey, bæði skertisdag og í gjár, langa fríggjadag, gjørt ferðmátinar á vegastrekkjum hara tað er loyvt 50 í Gøtu og í Søldafjørði.
Og úrslitið varð, at heili átta bilførarar hava fingið bót, og klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman.