Ongi úrslit

Atli skundar undir føroysku spælararnar

Líkindini at spæla landsdyst eru framúr góð á Tórsvølli, har hýrurin er góður

Jonhard Hammer
9. juni kl. 19:42

Nú verður tað av álvara talt niður á Tórsvølli. Tað verður hitað upp, og spælararnir taka tað í stórum álvara. Atli Gregersen koyrir á teir, og tað er ferð yvir feltinum.

Fyri einari løtu síðani var eitt lítið æl, og tí varð vøllurin heilt náttúrliga vætaður.

Tað eru fleiri enn 2000 áskoðarar, og tað kann væl vera, at tað eru fleiri enn 2500 áskoðarar krng vøllin í kvøld.

Tað eru fimm KÍ spælarar á liðnum, og tað eru tríggir á liðnum, sum umboða útlendsk feløg. Teir eru verjuspælararnir Gunnar Vatnhamar, sum spælir í Íslandi og Andrias Edmundsson, sum spælir í Póllandi. Og so er tað Adrian Justinussen, sum higartil hevur spælt 14 landsdystir. 10 ferðir er hann skiftur inn, og tríggjar ferðir er hann skiftur út.

Millum teir á beinkinum er Jóan Símun Edmundsson, sum hevur spælt 93 landsdystir og er tveir frá Fróða Benjaminsen, sum við 95 landsdystum eigur metið millum menninar.  

 

Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen, Adrian Justinussen – Páll A. Klettskarð

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

23 tímar síðan

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:14