Miðlin The Conversation skrivar áhugaverda grein um heilan hjá menniskjum. Greinin er viðkomandi, nú tað í dag er útskrivað nýval tann 26.marts:
-At skilja, hvat hendir í heilanum hjá fólki tá tey taka avgerðir, hjálpir okkum at skilja hví ávísir politiskir boðskapir hóska til tey, og hví tey kunnu gera av at skifta flokk.
Ein av teimum meira áhugaverdu gongdunum í valkanningum er, at vit nú kunnu brúka nervavísindaligar hættir til at skilja okkara atferð undir politiskum atkvøðum.
Seinastu áratíggjuni hevur nervavísindin gjørt okkum før fyri at eyðmerkja teir partar av heilanum sum verða virknir, tá tú hyggur at politiskum lýsingum.
Tað, sum hesi úrslitini vísa, er, at tey flestu eru drivin av ótta og kenslum, heldur enn av skynsomum argumentum undir einum valstríði.
Hettar merkir at veljararnir eru meira viðbreknir fyri boðum, sum leggja dent á tað negativa heldur enn tað positiva.
Granskarar hava funnið útav, at neiligar myndir og útsagnir um vørur, førdu til økt virksemi í sokallaða prefrontala cortex, sum eisini er knýtt at avgerðartøku.
Til dømis gjørdu neiligar upplýsingar um eitt sodavatnsmerki, at fólk vóru meira sannlík at keypa frá kappingarneyta.
Men tá henda royndin var endurtikin við politiskum flokkum heldur enn leskidrykkjum, var negativa ávirkanin tríggjar ferðir størri. Neilig politisk lýsing virkar altso, og nú finnast MRI-skanningarnar til at prógva tað.
Politikkur er ein kampur, og tað endurspegla okkara heilar. Menningin hevur útviklað okkum til at vera drivin av ótta, tá vit eru hótt. Vit vilja yvirliva fram um alt.