Articon 20 ár á baki

Fyri tjúgu árum síðani stovnaðu Jón Sigurdson og Niclas Joensen – annar verkfrøðingur og hin bankamaður – saman við øðrum byggifyritøkuna Articon. Ungu og framsóknu sandingarnir settu sær stór mál frá fyrsta degi. Teir vildu menna eina føroyska byggifyritøku, sum megnaði at kappast við útlendskar fyritøkur um stórar byggiverkætlanir í Føroyum

Magni Arge
11. januar 2021 kl. 14:29

Stovnararnir settu sær fyri at greiða allar uppgávur væl úr hondum, til tíðina og til kappingarførar prísir fyri at vinna álit millum viðskiftafólk. Frá byrjan bygdi fyritøkan tí miðvíst á kjarnuvirðini dygd og trygd, men eisini á trivnað, tí málið kundi bara røkkast við dugnaligum og hugaðum starvsfólkum, sum vildu ganga somu leið.

Fyrsta uppgávan, felagið tók upp á seg, var at útbyggja Elektron. Tá var sjøtul settur á eina skjóta menning, tí sama ár keypti Articon virksemið hjá fa. Bjartur Skipanes, sum arbeiddi við jørð- og kloakklegging, og timbur- og snikkarafyritøkuna Byggi-Service á Skála, ið eisini hevði royndir innan skipstimburarbeiði.

Tvær stórar verkætlanir, sum Articon tók upp á seg næstu árini, vóru at byggja havnina á Krambatanga og skúlan við Løkin. Hetta vóru krevjandi arbeiði, sum lyftu felagið upp á eitt nýtt støði, ið gav dirvi, stødd og fleiri møguleikar í byggivinnuni.

Articon flutti í nýggjan bygning á Hjalla í desember 2005, har felagið húsast í dag. Tá so blandistøð og verkstaður løgdust afturat, vóru allir lunnar lagdir, so felagið kundi bjóða seg fram sum heildarveitara.

Síðani hevur felagið bæði fyrireikað og stýrt størri og smærri verkætlanum innan verklags- og byggiarbeiði, umframt apteringsarbeiði umborð á skipum og bátum. Stásiliga Hoyvíkar kirkja, sum bleiv latin Tórshavnar Eystara Kirkjuráð á heysti 2007, var eitt stórverk fyri felagið frá hesi tíðini.

Ársins virki eftir sjey árum
Tað var stórur heiður fyri starvsfólk og eigarar, tá felagið í 2008 var kosið ársins virki einans sjey ára gamalt. Miðvísa arbeiðið við hugsjónum og málsetningum øll árini frá byrjan fekk tá almenna viðurkenning.

Men tað fylgja ofta avbjóðingar við heiðurskrýningum, og so var eisini hjá Articon, tí í 2008 rakti fíggjarkreppan allan heimin. Tað neit eisini fast í byggivinnuni. Men hóast mótgongd, kom felagið væl burturúr kreppuni.

Gongd kom á aftur fleiri verkætlanir í 2009 og 2010. Millum annað bygdi Articon skúlan á Argjahamri, eins og sjøtul var settur á Boðanesheimið.

Articon royndi seg eisini eitt skifti uttanlands við verkætlanum í Danmark, Norra og Hetlandi. Summar royndust væl og aðrar minni væl, men felagið fekk virðismiklar royndir burturúr og innlit í byggivirksemi uttanlands.

Seinastu seks árini hevur nógv ferð verið á byggivirkseminum og samfelagsmenningini sum heild. Tað sæst eisini aftur hjá Articon, sum hevur staðið á odda fyri fleiri størri og smærri verkætlanum. Millum teirra smoltsstøðir hjá Bakkafrost, støð 2 og 3 hjá SEV á Sundi, Viðareiðistunnilin, Hotel Brandan, renovering av Hotel Hafnia, Skúlin á Fløtum og útstykkingar í Vestmanna, Runavík og í Havn.

Skapt nógv arbeiðspláss
Stóri vøksturin síðani fyrstu verkætlanina á Elektron er ikki komin burturúr ongum. Karmarnir rundan um virksemið eru støðugt útbygdir og dagførdir, og førleikarnir hjá starvsfólkaliðnum mentir. 

Fyritøkan hevur eitt nú lagt stóran dent á at menna fakliga platformin við førleikamenning innan projektleiðslu, góðskutrygd og burðardygd.

Articon hevur eisini tilvitað valt at útbúgva nýggjar handverkarar til felagið og føroyska samfelagið, og tilgongdin hevur verið serliga stór seinastu árini.

Sum liður í fokuseringini uppá trygd á arbeiðsplássunum setti felagið longu í 2007 sjálvstøðuga deild á stovn, sum støðugt mennir trygdina á arbeiðsplássunum, ið bæði gagnar starvsfólki, felagi og viðskiftafólki.

Tað gongur soleiðis ein reyður tráður gjøgnum alla menningina, frá tí felagið var stovnað og til í dag, har tað snýr seg um at tryggja viðskiftafólkunum burðardyggar loysnir til kappingarførar prísir.

Tað hevur hepnast so mikið væl, at felagið fyri aðru ferð var kosið ársins virki í 2018. Eitt avrik, sum bara lat seg gera, tí starvsfólk og leiðsla hava megnað at halda settu kósina, hóast felagið vaks úr fimm ársverkum (tveir nólsoyingar og tríggir sandingar) í 2001 upp um 300 ársverk í 2020.

Jón Sigurðson og Niclas Joensen eru sera takksamir fyri góða samstarvið við starvsfólk, samstarvsfelagar og viðskiftafólk hesi 20 árini.

- Hugsjónin og málsetningarnir eru óbroyttir, hóast felagið er vaksið nógv. Vit ætla okkum framhaldandi at verða ein álítandi samstarvsfelagi, sum setir dygd, trygd og trivnað í hásæti.  Hugurin at virka við til at menna føroyska samfelagið er stórur, og okkara partur skal ikki liggja eftir, siga teir báðir.

Vegna koronafarsóttina var onki alment hátíðarhald í samband við 20 ára stovningardagin 9. januar 2021. Men felagið hevur í hyggju at markera 20 ára føðingardagin á annan hátt í 2021.