Ongi úrslit

Ársúrslitið hjá SEV minni enn væntað – men gjaldførið er framvegis gott

Úrslitið hjá SEV eftir skatt í 2025 var 6,9 milliónir krónur. Tað er 44 milliónir krónur minni enn væntað.

Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Kortini er gjaldførið gott, og felagið hevur framvegis sterka fíggjarstøðu. Nevnd og stjórn eru ikki nøgd við úrslitið. Tey staðfesta tó, at fíggjarstøðan framhaldandi er góð.

Fleiri viðurskifti hava trýst úrslitið niður. Kostnaðurin til bæði vindorku og olju er vaksin. Samstundis er ein óvæntað niðurskriving upp á 28,3 milliónir krónur gjørd í samband við vindmyllurnar í Húsahaga.

Harumframt hevur virðisjavnan av fíggjarligum amboðum havt neiliga ávirkan á rakstrarroknskapin. Oljukostnaðurin vaks nógv í 2025. Sev rindaði soleiðis 264,4 milliónir krónur fyri olju. Tað er nærum 49 milliónir krónur meira enn árið fyri. Ein partur av hesum eru umhvørvisgjøld upp á 61 milliónir krónur.

Met í elframleiðslu og vaksandi eftirspurningur

Eftirspurningurin eftir elorku heldur fram við at vaksa. Í 2025 framleiddi Sev 506,2 GWt av elorku. Tað er fyrstu ferð, at framleiðslan fer upp um 500 GWt.

Streymsølan var góðar 460 GWt. Tað er 2,2 prosent meira enn væntað. Inntøkan frá søluni var 817,6 milliónir krónur. Serliga alikundar og almennir kundar standa fyri vøkstrinum. Sølan til privatar kundar var lægri enn væntað.

Stórar íløgur og grøn menning

SEV gjørdi stórar íløgur í 2025. Tilsamans vóru íløgurnar nærum 400 milliónir krónur. Flestu íløgurnar fóru til elnetið fyri at gera pláss fyri meira vindorku.

Íløgur vóru eisini gjørdar í framleiðslu og bygningar. Millum annað á Sundsverkinum og vatnorkuverkinum í Botni.

Grøna elframleiðslan stóð fyri 51 prosentum av samlaðu framleiðsluni. Í ávísum tíðarskeiðum var framleiðslan heilt burðardygg. Samstundis er gongd komin á elbilaøkið. Í 2025 vórðu 604 nýggjar løðistøðir settar upp. Eisini veksur áhugin fyri sólorku, og fleiri verk eru knýtt í netið.

Nevndarformaðurin í SEV, Haraldur Hammer, sigur:

“Vit eru noydd til – øll – at arbeiða saman, av øllum alvi, fyri størri sjálvbjargni á orkuøkinum. Tað hevur skund.”

Sí roknskapirnar fyri 2025 her: https://www.sev.fo/um-okkum/toel-treytir-og-fragreidingar/arsroknskapur-2025 

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

21. apríl kl. 09:00

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

21. apríl kl. 11:10