Ársins Skúlaleikaflokkar 2026
Nú er greitt, hvørjir flokkar kunnu kalla seg ársins Skúlaleikaflokkar 2026:
4. flokkar: Skúlin á Fløtum
5. flokkar: Vestmanna skúli
6. flokkar: Skúlatrøð
7. flokkar: Skúlin á Fløtum
Endabresturin var týsdagin, tá stóri skúlaítróttadagurin fyri 7. flokkar var á skrá. Hetta var enn ein serlig uppliving. Sólin skein, og Gundadalur var fullur av næmingum, sum sloppu at royna seg í heili 18 ymiskum ítróttagreinum. Stemningurin var framúr.
Ein lærari tók soleiðis til eftir dagin: “Hesin dagurin var so góður – heilt perfektur. Tað var so frítt, og so nógvar ymiskar ítróttagreinar. Hetta MÁ vera komið fyri at vera!”
Vit kunnu ikki annað enn vera samd.
Við einari luttøku á gott 2500 næmingar - yvir 90% av øllum boðnum skúlaflokkum - prógva Skúlaleikir, at hetta er eitt eftirspurt skúlatilboð. Og eftirmetingarnar siga tað sama, tí allir lærarar – 100% – svara, at tey eru “sera væl” ella “væl” nøgd við Skúlaleikastevnurnar.
Tí er tað við stórari gleði, at vit kunnu siga, at Skúlaleikir halda fram á sætta ári komandi skúlaár 2026/27!
Felagsskapur og rørslugleði fyri øll
Tá Skúlaleikir vórðu settir á stovn fyri fimm árum, var málið greitt: At skapa eitt ítróttatiltak, sum kveikir rørslugleði og styrkir felagsskap og byggir brýr millum skúla og ítróttafeløg.
Orðini, sum vit settu út í kortið, eru framvegis kjarnin: “Felagsskapur og rørslugleði fyri øll.”
Myndirnar tala fyri seg – tær lýsa gleði, orku og samanhald. Sólin skínur á vælupplagdar ítróttagreinar og spentar næmingar og lærarar. Tá kann mann ikki biðja um meira.
Stóra takk til øll, sum gera hetta møguligt
Vit vilja takka Betri samtakinum, sum øll árini hevur verið høvuðsstuðlum, Nordea grunninum, sum eisini stuðlar, og okkara samstarvspørtunum: Mentamálaráðnum, Kommunufelagnum, Heilsustýrinum og Fróðskaparsetrinum.
Somuleiðis ein hjartans tøkk til allar 21 ítróttagreinarnar og til stóra hópin av ítróttalærarum, sum ár um ár velja at vera partur av Skúlaleikum, og fáa alt at gang upp í eina hægri eind.
Vit gleða okkum longu til komandi skúlaár.
Tað eru Ólavur Frederiksen, Sissal Kj. Kristiansen og Hans Erik Danielsen, sum hava tikið myndirnar.