Ongi úrslit

Arbeiðsloysið er eitt pinkalítið vet størri enn tað hevur verið

Áki Bertholdsen
5 tímar síðan

Í síðsta mánað - tað er í januar í ár - var arbeiðsloysið í Føroyum eitt prosent. Sostatt er arbeiðið framvegis til at kalla allar hendur, men kortini er arbeiðsloysið kvinkað eitt lítið vet upp eftir seinastu mánaðirnar hevur tað ligið um 0,9 prosent.

Annars hevur arbeiðsloysið ligið um eitt prosent í fleiri ár nú, men seinasta summar var tað heilt niðri enn 0,6 prosent.

Her talan um fulltíðararbeisleys, men øll arbeiða ikki fulla tíð og sostatt er talið á fólki, sum eru arbeiðsleys, størri enn talið á fulltíðararbeiðsleysum.

Í januar vóru 345 fólk í Føroyum arbeiðsleys og tað eru 47 fólk færri enn í sama mánað árið fyri.  Í januar vóru annars 296 fulltíðararbeiðsleys fólk í Føroyum og tað eru 37 fólk færri enn í januar í fjør. 

Arbeiðsloysið er eitt sindur størri hjá monnum enn tað er hjá kvinnum. Í januar vóru 131 kvinnur arbeiðsleysar og tað svarar til 110 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur, sum er eitt arbeiðsloysi upp á 0,8 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig minni enn í januar í fjør. 

Harafturímóti eru 214 menn arbeiðsleysir. Tað svarar til 187 fulltíðararbeiðsleysar menn sum er 1,1 prosent. Hetta er 0,2 prosentstig minni enn í januar í fjør.

Mest lisið hesa vikuna

Álopin í sínum egna húsi

19. februar kl. 15:24

So er eingin samgonga longur

23. februar kl. 12:14

Løgreglan heitir á bileigarar um at kanna bilarnar - illgruni um herverk

22. februar kl. 09:14

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

19 tímar síðan

Tingmaður fyri Framsókn vekir undran

23. februar kl. 16:21

Er Sjúrður Skaale á skeivari kós?

21. februar kl. 21:55