Ongi úrslit

Arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg hava handað krøv

Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava handað hvørjum øðrum síni krøv

industry.fo
3 tímar síðan

Sáttmálasamráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum eru nú settar í gongd. Mánadagin 23. mars handaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hvørjum øðrum síni krøv og settu harvið hol á komandi samráðingarrundu.

Talan er um Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Næsti samráðingarfundur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini verður mikudagin 8. apríl.

Føroya Arbeiðsgevarafelag samráðist um 40 sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum við umleið 20 fakfeløg. Samráðingarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni.

Sáttmálarnir við tey fimm arbeiðarafeløgini ganga út 1. mai 2026.

Les meira um samráðingarnar her

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04