Ongi úrslit

Annar stabilisatorurin á Smyrli er farin

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Um vikuskiftið fór ein pumpa í stabilisatorinum í bakborði á Smyrli. Sostatt hevur Smyril siglt við bara øðrum stabilisatorinum hesar seinastu dagarnar.

Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli, sigur hetta er eitt rættilig sjáldsamt brek, men nú er hon so farin kortini. Pumpurnar verða gjørdar í Kina, men tey vóru so heppin, at tey funnu eina pumpu í Bretlandi, sigur Skiparin.

Hon er nú á veg til Føroya og verður her fríggjadagin, so verður hon sett í beinanvegin og so virka báðir stabilisatorarnir aftur.

Skiparin sigur, at tað tekur ikki langa tíð at skifta pumpuna, so eina ferð fríggjadagin skuldi hon helst verið sett í aftur - tað veldst um nær fríggjadagin tey fáa hana.

Niels Harald Michelsen sigur, at við einum stabilisatori rullar Smyril eyðvitað eitt sindur verri enn vanligt, men tann eini, sum virkar, ger kortini góðan mun.

Men tey hava roynt at gera tað so fittligt hjá ferðafólki, sum gjørligt, so nú hann hevur ligið eystaneftir, hava tey siglt oftari vestan fyri Sandoynna enn tey annars høvdu gjørt.

– Vit sigla altíð soleiðis, at tað verður so behagiligt hjá ferðafólkinum sum tilber, so ger tað minni, at vit verða eitt sindur seinkað, sigur skiparin.

Hesar næstu dagarnar verður hann norðan í ættini, og tá skuldi Smyril ikki rulla nakað serligt til síðuna, men tá trampar hann kanska meiri.

– Veðrið verður nøkunlunda og veðrið skuldi ikki verið nakar ampi í morgin og fríggjadagin, sigur Niels harald Michelsen.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47