Vit tosaðu fyri kortum við Onnu Lovisu, ein av teimun evnaríku ungu spírunum, sum í sendingini Hoydalar, bergtóku alt landið. Hetta við teirra egnu, sera góðu tulkingum av kendum løgum.
Vit spurdu millum annað Onnu Lovisu, um hon hevur fingið onkrar vinir fyri lívið í hinum luttakarunum? Eisini spurdu vit hvat hennara dreymir og ætlarnir eru framyvir:
-Fyri okkum var hetta í veruleikanum liðugt fyri meira enn seks mánaðum síðani, og tí hevur tað verið stuttligt at sleppa at uppliva alt av nýggjum, og nú frá einum øðrum sjónarhorni. Samstundis er tað eisini eitt sindur sorgblítt, tí tað kennist sum vit nærkast endanum, ið er konsertin við Tjarnir 4. apríl.
Eg havi lært eina rúgvu!! Nógv um meg sjálva, men eisini nógv onnur fólk at kenna. Tað hevur verið ein ekstremt stuttlig og mennandi ferð.
Eg havi heilt klárt fingið vinir fyri lívið. Vit fara nokk ongantíð at gloyma hesa upplivingina og alt tað, vit hava verið ígjøgnum saman.
Higartil havi eg ikki fingið nøkur beinleiðis tilboð um fløgu ella líknandi, men eg havi fingið fleiri fyrispurningar um at framføra, og tað er sjálvandi stuttligt.
Framyvir kundi eg væl hugsað mær at skapa mín egna tónleik. Eg vil gjarna læra meg at framleiða og skriva góðar tekstir, sum fólk kunnu kenna seg aftur í. Mín dreymur er at skapa mín egnan tónleik og finna mítt frírúm har.
Ein annar dreymur er at gera eitt album, sum er fangandi og kensluborið – ein blanding av folk, singer-songwriter stíli, jazz og rytmu. Eg hugsi, at eg vil hava eitt sindur av øllum. Tað hevði verið heilt fantastiskt.