Andrew Mountbatten-Windsor, fyrrverandi prinsur og beiggji Charles kong er handtikin, hettar boðar BBC og The Telegraph frá.
Hann er undir illgruna fyri at hava vanrøkt sítt almenna embæti.
Samstundis váttar bretska løgreglan, at tey í dag hava handtikið ein persón í 60-árunum úr Norfolk, eftir sama illgruna.
Eftir handtøkuna av fyrrverandi Andrew prinsi verður hann settur í ein kliva sum ikki er útgjørdur við øðrum enn einum rúmi og einum wc, meðan hann bíðar eftir avhoyring. Hetta veit BBC at siga frá.
- Tað verður eingin serlig viðferð mótvegis honum, sigur viðmerkjarin hjá løgregluni, Danny Shaw, við fjølmiðlarnar.
Hann greiðir frá, at fyrrverandi prinsurin kann verða varðhaldsfongslaður í mesta lagi í 96 tímar, um handtøkan verður longd fleiri ferðir. Men vanliga verða illgrunasamir í somu støðu leyslatnir eftir 12 til 24 tímar.
BBC skrivar eisini, at handtøkan gevur løgregluni møguleika at kanna heim hansara og leggja hald á ognir.
Tað er einastandandi, at bretska løgreglan tekur tiltøk fyri at handtaka sonin hjá einari drotning.
Ikki síðan Karl kongur tann fyrsta, hevur løgregluna handtikið ein lim í bretsku kongsfamiljuni, skrivar The Guardian.
Hann var handtikin í 1647 undir enska borgarakrígnum, tí hann vildi ikki góðtaka avmarkingar av sínum kongliga myndugleika. Hann var seinni rættarsøktur fyri ríkissvik og avrættaður.
Anne prinsessa, systir Andrew og Charles, hevur eisini havt samband við rættarskipanina, tá hon í 2002 fekk eina bót, eftir at hundur hennara beit tvey børn. Hon er tó ongantíð handtikin.