Ongi úrslit

Andrew misti øll síni tignarheiti í dag

© Hürriyet Daily Mail
Jóhanna Højgaard
31. oktober kl. 10:00

Boð komu frá Buckingham Palace á BBC í dag:

– Hansara hátign er í dag farin undir formligar málsviðgerðir um at taka tignarheiti og heiðurslønir frá Andrew prinsi.

Andrew prinsur verður framyvir kendur sum Andrew Mountbatten Windsor. Leigumálið hjá Royal Lodge hevur higartil veitt honum lógarverju og innivist.

Formlig fráboðan um uppsøgn av leigumálinum er nú komin, og hann skal flyta í annan privatan bústað.

Hesi revsitiltøk verða mett at vera neyðug – uttan mun til at hann framvegis avsannar ákærurnar móti sær.

Teirra hátignir, Charles og Camilla, ynskja at gera greitt, at djúpasta samkenslan hevur verið – og framvegis fer at vera – við teimum, sum hava verið misnýtt.

Nú Andrew ikki er prinsur longur, noyðist hann at venja seg við eitt annað navn: Andrew Mountbatten Windsor.

Fyrrverandi prinsurin hevur verið umgirdur av gølum seinastu árini. Eitt tað mest umrødda er vinabandið við kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein og málið við Virginia Giuffre, sum ákærdi hann fyri at hava seksuelt misnýtt hana, tá ið hon var 17 ára gomul.

Familjan hjá Virginia Giuffre hevur reagerað upp á avgerðina og kallar hana fyri ein sigur fyri nú deyðu kvinnuna.

Royal Lodge, Sandringham

Sky News skrivar, at Andrew fer at flyta til eina ogn á privata Sandringham-bústaðnum í Norfolk. Bústaðurin verður goldin av konginum.

Hildið verður, at Charles eisini fer at geva Andrew eina privata fíggjarliga veiting.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47