Ongi úrslit

Andreas Odbjerg á Summar Festivalin

Poppsangarin við teimum stóru hittunum spælir á Vágsbø í august

Tíðindaskriv
2 tímar síðan

Nú kemur kendi poppsangarin Andreas Odbjerg fyri fyrstu ferð til Føroya at hava konsert saman við bólki sínum.

Andreas Odbjerg spælir á Summar Festivalinum 2026, og lagt er upp til eina ordans hittkonsert á Vágsbø við væl umtókta sangaranum.

Andreas Odbjerg, sum er ættaður úr Odense, hevur skrivað sangir og sungið í nógv ár, men fyrsta ábendingin um gjøgnumbrot kom við ep-útgávu í 2020. Árið eftir hittaðu Andreas Odbjerg og Tobias Rahim við sanginum "Stor mand". Í 2022 kom fyrsta heildarútgávan hjá Andreas Odbjerg, og tá fingu fólk risahitt sum "I morgen er der også en dag" og "Hjem fra fabrikken".

Í 2021 vann Andreas Odbjerg heiðurslønir sum "Ársins nýggja danska navn" og "Ársins sangskrivari" á Danish Music Awards.

Síðani hevur Andreas Odbjerg við fleiri hittum aftrat og við nógvum frálíkum framførslum vunnið fram sum ein av best umtóktu poppsangarunum í Danmark. Hann hevur støðugt verið á hitlistunum, hann hevur verið sera nógvir spældur í útvarpi, og hann hevur spælt útseldar konsertir víðahvar.

Fyrsta konsertin hjá Andreas Odbjerg í Føroyum verður á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum 6. til 8. august 2026.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

Í gjár kl. 20:15

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35