Ongi úrslit

André roknar við møguleikanum at koppa KÍ

Í HB verður framvegis arbeitt við at fáa nýggjar spælarar fyri teir, sum ikki longur eru í felagnum

Jonhard Hammer
3. januar kl. 12:26

Teir hava longu vant í nakrar vikur, og nú verður av álvara lagt til brots eftir jólasteðgin.

Tað gekk sum eftir ánni hjá HB, eftir at André Olsen tók við venjarastarvinum. Einasta tapið var 1-0 á útivølli í Brøndby. André og HB vunnu 15 dystir og fimm ferðir endaði tað javnt.

Hóast tað framvegis verður arbeitt við at fáa hópin upp á pláss, so er boðskapurin hjá HB venjaranum púra greiður, tá ið spælararnir í næstu viku aftur fara at venja:

-KÍ er stórfavorittur, og KÍ keypir bestu spælararnar í Føroyum. Aðra staðni keypa bestu og ríkastu feløgini bestu spælararnar, og tað er einki undarligt í tí, at KÍ keypir bestu spælararnar í Føroyum og leggur aftrat við góðum útlendskum spælarum. Men tað nýtist ikki at vera ein sjálvfylgja, at felagið, sum hevur bestu spælararnar, eisini eigur besta liðið. Vit ætla okkum at bjóða av, og vit fara at leggja nógv fyri í royndini at koppa KÍ, sigur HB venjarin.

Tað er greitt, at nakrir spælarar, sum í fjør vóru í felagnum, ikki halda fram:

Litavararnir Reimis Reinholts og Klaus Kramens vóru í fjør ongantíð fastir menn á liðnum, og teir halda ikki fram.

-Vit harmast um, at Viljormur Davidsen ikki heldur fram. Tað vísti seg, at NSÍ hevði sett sær fyri at fáa hann aftur til barndómsfelagið, og tað hava vit tikið til eftirtektar. Viljormur hevði avgerandi týdning bæði á og uttanfyri vøllin, og nú arbeiða vit við at finna ein avloysara. Talan verður um útlendskan verjuspælara, sum vit vóna verður tøkur her hjá okkum heilt skjótt, sigur HB venjarin.

Síðani kappingarlok hevur tað verið roknað sum møguleiki, at álopsspælarin og toppskjúttin Emil G. Pedersen fer at flyta aftur til Noregs ella fer at spæla í onkrum øðrum útlendskum felag, og hann hevur sjálvur sagt, at hann vónar at fáa møguleikan í størri felag og kapping.

-Hetta er ikki nýtt fyri meg. Í løtuni er Emil heima í Norra, har hann venur. Vit práta saman so at siga dagliga, og vit vóna, at hann kemur aftur til HB, tí vit hava brúk fyri honum.

Og so er tað Dávid Reynheim. Tað ljóðar, at KÍ ætlar at keypa HB spælaran, sum síðstu mánaðirnar hevur verið í Italia.

-Hjá HB er eitt av málunum at hava nógvar lokalar á liðnum, og Dávid verður fongur fyri okkum, og tað er eingin ivi um, at hann er vælkomin aftur í barndómsfelagið, sigur André Olsen.

Í gjár boðaði HB frá, at Ári Mohr Jónsson eisini í 2026 fer at spæla við barndómsfelagnum HB.

Ári og hinir í HB fara nú aftur at venja, og tað verður lagt øgiliga nógv fyri:

-Spælararnir vístu í fjør, hvat teir megna, og nú fara vit at leggja aftrat tí, sum vit rukku í fjør. Tað ræður um at vera væl fyri, og bólturin verður frá byrjan við í tí, sum vit arbeiða við, sigur HB venjarin André Olsen.

HB hevur vunnið FM 24 ferðir. Síðsta FM heitið vann HB í 2020.

André Olsen og HB skrivaðu fyrst í oktober undir sáttmála, sum er galdandi fyri tvey tey næstu kappingarárini.

Mest lisið hesa vikuna

Ein muslimskur depil er ein miðil til innflyting av islam

31. desember 2025 kl. 14:02

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

30. desember 2025 kl. 15:38

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

30. desember 2025 kl. 10:08

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Árið, ið fór - í Gasa og Ísrael (fyrri partur)

1. januar kl. 10:06