Ongi úrslit

Andrass er nýggjur maður á liðnum

Lyklaspælarin hjá B36 er ein av fýra nýggjum á liðnum, tá ið sammett verður við teir fyrstu ellivu ímóti Póllandi

Jóannes Hansen
10. sepember 2023 kl. 15:59

Håkan Ericson hevur skift fýra spælarar út á liðnum, sum um ein tíma fer at spæla ímóti Moldova, tá ið sammett verður við teir fyrstu ellivu ímóti Póllandi.

Nýggir á liðnum eru Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen, Andrass Johansen og Klæmint A. Olsen.

Brandur og Jákup eru sentralir á miðvøllinum, Andrass er ytstur á miðvøllinum í vinstru, og Klæmint er fremsti maður.

Á beinkin eru farnir Sonni Ragnar Nattestad, Hørður H. Askham, René Shaki Joensen og Sølvi Vatnhamar.

Andrass Johansen úr B36 hevur ongantíð áður verið millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum. Í 3-1 heimatapinum ímóti Albania 20. juni var hann á vøllinum síðstu 25 minuttirnar. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var á landsliðnum, og hann hevur ikki verið á iðnum síðani tá.

Føroyar: Mattias H. Lamhauge - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen - Jóannes Bjartalíð, Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen, Andrass Johansen - Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Bárður á Reynatrøð, Jóannes K. Danielsen, Pætur Petersen, Sonni Ragnar Nattestad, Andrias Edmundsson, Sølvi Vatnhamar, Hørður H. Askham, Hannes Agnarsson, Stefan Radosavljevic, Ári Mohr Jónsson, René Shaki Joensen

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

Í gjár kl. 20:15

Hetta er national skomm

14 tímar síðan

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35