Ongi úrslit

Amnesty tikið seg úr Holocaust degnum hjá Námi

Hetta kemur í kjalarvørrinum á, at bókin, Marta Marta hjá Marjuni Syderbø Kjelnæs er tikin av skránni.

Edvin H. Niclasen
26. januar kl. 20:05

23. januar bar til at lesa á dimmu, at bókin, Marta Marta, sum Marjun Syderbø Kjelnæs hevur skrivað, og sum áður var partur av skránni hjá Námi á komandi Holocaust degnum, var tikin av skrá.

Dimma setti seg í samband við fyriskiparan av Holocaust degnum, stjóran á Námi og rithøvundan sjálvan. Tað vísti seg beinavegin, at ósemja var um, hvør hevði tikið bókina av skrá. Sambært stjóranum á Námi var tað rithøvundurin sjálvur, ið hevði tikið bókina av skrá, meðan rithøvundurin vísti hesum aftur og segði, at tað vóru tey, ið skipa fyri komandi Holocaust degnum, ið høvdu tikið hana av skrá.

Fylgjan av hesum hevur millum annað við sær, at Amnesty International Føroyar, ið var ein av viðfyriskiparnunum, nú hevur tikið seg úr hesum komandi degi.

- Tá ið Amnesty Føroyar 15. januar fekk boð av Námi um, at samrøðan við Marjuna Syderbø Kjelnæs um bókina Marta Marta skuldi takast av skrá, valdu vit at trekkja okkum sum viðfyriskiparar av minnisdegnum, sigur Turið Maria Jóhansdóttir, aðalskrivari í Amnesty International Føroyar.

Amnesty Føroyar hava annars verið við øll árini.

- Vit hava verið ógvuliga glað fyri at vera partur av einum so týdningarmiklum degi og endamáli. Amnesty Føroyar heldur ikki, at vit á slíkum degi kunnu lata vera við at nevna Gasa á onkran hátt. Vit undrast á, hví so er, og halda, at tað er í stríð við endamálið við degnum.

Sambært aðalskrivaranum var ætlanin við samrøðuni ikki at staðfesta, at Ísrael fremur fólkamorð móti palestinum í Gasa, men skuldi snúgva seg um sjálva bókina og ymisk viðurskifti, bókin viðgerð. Millum annað at vera í kibbuz og ta polarisering, sum stríðið viðførur - eisini her í Føroyum.

- Ung í Føroyum síggja og hoyra um stríðið í almenna rúminum, í miðlunum og á sosialu miðlunum. Tey leggja óivað eisini merki til polariseringina, sum stendst av hesum stríði og kjaki, og hesum hevði verið upplagt at lofta á tiltakinum. Okkara sannføring er, at ung hava rætt til at fáa vitan um støðuna, og at vit hava skyldu til ikki at tiga evnið burtur.

Holocaust dagurin verður hildin í morgin, 27. januar kl 10. Skúlin við Løgmannabreyt verður vertsskúli í ár.

Mest lisið hesa vikuna

Hví blanda konservativ Kristin seg uppí alt?

26. sepember kl. 19:35

Patrick Da Silva skal fyri rættin í Føroyum.

26. sepember kl. 22:35

Frí fosturtøka: Sambandsfólk taka frástøðu frá síni egnu tingkvinnu

24. sepember kl. 09:36

Profilur meldar seg úr Sambandsflokkinum

23. sepember kl. 20:39

Nú nærkast at tað verður bíligari at koyra ígjøgnum tunlarnar

23 tímar síðan

Tað elvir onkuntíð til spentar støður í náttarlívinum í Havn

Í gjár kl. 10:02