Ongi úrslit

Alt samstarv við Sp/f Í Leitinum er endað

Runavíkar býráð fer at í dag viðgera tilmæli um at bjóða grundstykkið í Leitinum út sum alment útboð

Jonhard Hammer
30. oktober kl. 12:03

Á býráðsfundi í dag fer Runavíkar býráð at taka støðu til tilmæli frá teknisku deild at bjóða stóra grundstykkið í Leitinum út sum alment útboð. Freistin at bjóða verður ásett til 14 dagar.

Eingin ivi er um, at býráðið fer at samtykkja tilmælið frá teknisku umsiting, tí byggi- og býarskipanarnevndin tekur undir við tilmælinum frá teknsiku deild.

Fyri umleið fýra árum síðani gjørdi kommunan eina avtalu við Sp/F í Leitinum. Verkætlanin bleiv ikki gjøgnumførd, og fyritøkan hevur boðað kommununi frá, at man hevur slept ætlanini. Ti er tað, at býráðið í dag fer at taka støðu til tilmæli um av nýggjum at bjóða lendið út.

Býráðsfundurin hjá Runavíkar býráð í dag verður klokkan 17 í býráðssalinum, sum er í gamla skúlanum á Glyvrum.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53