Korona er ikki ein sjúka, sum fólk eru bangin fyri longur. Tað kann verða ein niðurstøða tá ið hugt verður eftir, hvussu nógvir føroyingar lata seg koppseta fyri koronu.
Í øllum førum sæst, á einum yvirlitið, sum er latið Løgtinginum, at tað eru alsamt færri føroyingar, sum lata seg koppseta - og fallið er stórt.
Tey bæði ringastu koronuárini, í í 2020 og í 2021, vóru tað heilt nógv fólk, sum vórðu koppsett fyri koronu.
Men so fór at hæsa av og korona varð ikki longur flokkað, sum ein lívshættislig sjúka. Tvørtur ímóti varð koronu flokkað sum ein vanlig influensa, sum vit skulu vænta, fer at ganga á hvørjum ári, akkurát sum influensa.
Tað er serliga um veturin at influensa, og korona, herjað og tí eru tað ávísir aldursbólkar, sum framvegis fáa tilboð um at verða koppsettir fyri koronu um heysti.
Men undirtøkan er alsamt lækkandi, tað vísa tølini, sum eru løgd fyri Løgtingið.
Tølini vísa, at í 2022, vórðu tilsamans 16.461 fólk koppsett fyri koronu, men longu í 2023 var talið so nógv fallið, at tað vóru ikki meiri enn 5.541 fólk, sum vórðu koppsett fyri koronu.
Og í fjør fall talið enn longur, tí í fjør vórðu bara 4.537 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum.
Í Føroyum hava tað bæði verið kommunulæknar og apotek og sjúkrahús, sum hava koppsett fyri koronu.
Sum tað sæst á talvuni niðan fyri, vórðu nógv tey flestu koppsett á apotekunum, ella á sjúkrahúsi í 2022, ella 10.662 fólk - og tað eru dupult og nógv sum tey, ið vórðu koppsett hjá kommunulækna.
Men bæði í 2023 og í fjør, er tað bara ein viðfáningur, sum eru koppsett á apotekum og á sjúkrahúsi.