Ongi úrslit

Álop á jødar í London

Tveir jødiskir menn álvarsliga særdir

© BBC
Jóhanna Højgaard
9 tímar síðan

Tveir jødiskir menn eru álvarsliga særdir, eftir at teir fyrr í dag, vóru stungnir við knívi í Golders Green, í norðara parti av London. Hettar skrivar BBC.

Ein maður við knívi sást renna niðan eftir høvuðsgøtuni, har hann royndi at stinga jødar, sigur jødiski trygdarbólkurin Shomrim

Ein íbúgvi á staðnum sigur, at ein maður var stungin uttanfyri ein handil og ein annar uttanfyri eina synagogu.

Shomrim sigur, at teir reageraðu beinanvegin, og varðhaldsfongslaðu ein mann teir høvdu undir illgruna. Løgreglan kom síðani á staðið og tóku mannin við sær.

Finchley og Golders Green tingkvinna, Sarah Sackman. Avmyndað í mars, á fundi við forsætisráðharran, um eitt eldsbrunaálop grundað á jødahatur.

Keir Starmer sigur, at álopið er djúpt ørkymlandi, og leggur afturat:

- Stjórnin er heilt greið í okkara avgerð um at gera okkurt við nøkur av hesum brotum, sum vit hava sæð ov nógv av í seinastuni.

Jødiska samfelagið í London hevur verið rakt av eini bylgju av jødahatursálopum seinastu tíðina.

Í síðsta mánaði settu fólk eld á fýra sjúkrabilar, sum hoyrdu til ein jødiskan vælgerandi felagsskap, eisini í Golders Green. Fýra fólk vórðu síðani ákærd fyri hendingina av løgregluni.

Hesir somu sjúkrabilar, vóru teir sum í dag komu á staðið og tóku sær av teimun særdu.

Myndir: BBC

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

13 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44