Løgreglan í London hevur nú lýst hendingina í London, har jødar vóru stungnir niður av einum psykiskt óstøðugum manni, fyri eina yvirgangsatsøkn.
Sir Mark Rowley, kommisserur fyri løgregluna í London, hevur hildið ein tíðindafund í Golders Green, har álopið á jødar fór fram í morgun.
Rowley sigur, at maðurin, sum er handtikin fyri álopið, hevur eina fortíð við álvarsligum harðskapi, og sálarligum trupulleikum.
Rowley heldur fram við at siga, at hansara fyrstu tankar eru um teir báðar bretsku jødarnar, sum vórðu álopnir, meðan teir gingu um sín gerandisdag, sum teir skulu kunna gera, frítt og trygt.
Hann heiðrar eisini løgreglufólkini, hvørs gerðir, ífylgi honum, óivað forðaðu fyri fleiri skaðum, og bjargaðu lívum.
- Teir møttu einum manni, sum teir hildu vera ein yvirgangsmann, sum noktaði at vísa hendurnar, og sum var harðligur og framvegis ein greið hóttan, sigur hann.
Hetta vóru ikki vápnaðir løgreglumenn, og teir óttaðust, at hann hevði spreingievni uppiá sær.
Tað eydnaðist teimum at halda manninum aftur, meðan hann royndi at stinga teir.
- Uttan teirra dirvi, tori eg ikki at hugsa um, hvat úrslitið kundi verið, leggur Rowley afturat.
Høvuðsrabbinin Sir Ephraim Mirvis, skrivar á X at Hetta skal vera ein løta, sum krevur innihaldsrík tiltøk frá hvørjum stovni, hvørjum samfelag, hvørjum leiðara og hvørjum virðiligum persóni í Onglandi.
-Hetta er eitt hatur, sum vit mugu møta saman, skrivar hann.
Bretski forsætisráðharrin, Sir Keir Starmer, fordømdi eisini hendingina í einum uppslagi á X. Hann skrivaði:
-Antisemitiska álopið í Golders Green er ræðuligt. Álop á okkara jødiska samfelag eru álop á Bretland.