Ongi úrslit

Almenn móttøka verður fyri landsliðnum í morgin

Áki Bertholdsen
15 tímar síðan

Í gjár framdi føroyska U 21 landsliðið hjá monnum ta bragd at vinna bronsumerki í HM kappingini, sum hevur verið í Pólandi hesar seinastu dagarnar.

Nú er landsliðið aftur á veg til Føroya, og tað verður tikið væl ímóti teimum, tá ið tey koma.

Klokkan fimm seinnapartin í morgin, týsdagin, verður almenn móttøka fyri liðnum. Móttøkan verður á Vaglinum og tað eru Tórshavnar Býráð og løgmansskrivstovan, sum skipa fyri.

Har fer Havnar Hornorkestur at spæla Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fara at halda røðu. Umboð fyri Hondbóltssambandið, og umboð, fyri liðið fara eisini at bera heilsanir fram.

Eftir hetta kunnu børn fáa plakatir og autografar frá U21-spælarunum.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

20 tímar síðan

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Tvey hús á Toftum fingu skaða av spreinging

24. juni kl. 07:40