Ongi úrslit

Almannaverkið skipast betri

Erhard Joensen, valevni fyri Sambandsflokkin
1 tími síðan

Politiskt vita vit, at neyðugt verður at fremja umskipanir á almannaøkinum - og potentialið er stórt.

Í 2026 eru settar av 2,3 milliardir kr. á Løgtingsfíggjarlógini til hetta økið, og útreiðslurnar vaksa skjótt á hvørjum árið. Henda játtanin til almannamál svarar til heili 30% av samlaðu rakstrarútreiðslunum hjá landskassanum.

# Hví umskipanir/ endurskoðan? Í løtuni fáa okkara borgarar ikki nøktandi tænastur, og kostnaðurin at reka Almannaverkið hækkar nógv á hvørjum árið, uttan tilsvarandi betri tænastur og nøgdsemi. Her verður hugsað tey, sum fáa brúk fyri hjálp og í serdeilisheit tey avvarðandi, og oftani skal lítið til av broytingum fyri at fremja stór framstig, so sum at avvarðandi hava éina inngongd til Almannaverkið.

Endamálið við umskipanum í Almannaverkinum er at framtíðartryggja vælferðarsamfelagið og tær sosialu kjarnutænastur, sum verða veittar okkara borgarum, ið veruliga hava tørv á hjálp og umsorgan. Endamálið er eisini, at flest allir borgarar framhaldandi kunnu mennast og trívast í okkara landi.

# Hvørjar umskipanir? Álit um Almannaverkið í Føroyum vísa m.a. á tørvin at byggja størri stovnseindir, fyri á tann hátt at minka um eindarkostnaðin og útnytta starvsfólkaorkuna betri og hækka góðskuna á tænastunum. Eisini er tørvur á at samskipa samstarvið betri millum eindirnar.  

Innan endurvenjing eigur størri dentur at leggjast á samstarv millum Almannaverkið, Heilsuverkið, kommunurnar o.o. - ein felags skipan og inngongd.

Verja okkara ungu móti rúsdrekka, royking, snúsi og rúsevnum við hægri játtan til fyribyrging og eftirlit.

Fyribyrging og fólkaheilsa setast hægri á dagsskránna, soleiðis at fólk verða frískari og tørvurin á almennari tænastu møguliga minkar.

# Nær umskipanir? Landskassin verður í løtuni rikin við stórum halli (meting Búskaparráðið: 266 mió. kr. FL 2026) og tað hevur við sær, at okkara vælferðartænastur eru við at koma undir trýst. Tí hevur tað skund, at sett verður hol á arbeiðið at gera umskipanir og eigur hetta at setast í gongd beinanvegin eftir, at ein samgonga er skipað.

# Avleiðingar av umskipanum? Betri, bíligari og skjótari tænasta til øll tey, sum veruliga tørva hjálp og umsorgan. Og betri umstøður at virka og trívast hjá starvsfólkunum á almannaøkinum.

X við Erhard Joensen

løgtingslimur fyri Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

Í gjár kl. 12:56