Sum støðan er nú, eiga politikarr ikki at samtykkja uppskot, sum leggja trýst almennu útreiðslurnar í framtíðini.
Tað er tann greiði boðskapurin frá Búskaparráðnum, nú tey hava lagt eina nýggja frágreiðing fram í morgun.
Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, gera tey nógv burtur úr, at føroyski búskapurin er ikki haldførur og tí verður tað neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at komandi ættarlið skulu kunna fáa somu vælferðartænastur, sum vit hava.
Framgongdin í búskapinum hevur verið stór hesi seinastu árini og í hesum døgum er tað ein stórur trupulleiki fyri búskapin, at tað er so stórt trot á arbeiðsmegi.
– Hetta merkir samfelagið týðiliga longu nú - eitt nú fáa foreldur ikki ansað sínum børnum fulla tíð og ellisheim mugu lata stovur aftur tí tey mangla starvsfólk.
– Politiska skipanin eigur at taka henda trupulleika í størsta álvara, sigur Búskaparráðið.
Samgongan hevur sett sær fyri at stytta arbeiðsvikuna, men Búskaparráðið sigur, at hetta fer at minkar um útboðið av arbeiðsmegi.
Heldur landsstýrið fast við ætlanina at stytta arbeiðsvikuna, verður neyðugt at økja arbeiðsútboðið á annan hátt, umframt at fíggja tað, sum tað kostar at stytta arbeiðsvikuna, so at t að búskaparliga haldførið ikki versnar enn meiri, sigur Búskaparráðið.
– Veksandi talið á eldri fólki fer at krevja ein enn størri starvsfólkahóp komandi árini.
– Avleiðingin av, at tað er trot á arbeiðsmegi, er, at framleiðslan í landinum, og harvið vælferðin, verður minni, enn hon kundi verið.
– Ein avleiðing kann verða, at vinnan fer at aftra seg við at gera íløgur, tí tey fáa ikki arbeiðsfólk.
– Politiska skipanin eigur tí at avtaka allar serskipanir, sum minka um arbeiðsútboðið í Føroyum, sigur Búskaparráðið.
Eitt nú eiga skipanirnar við skattalætta til føroyingar, sum arbeiða uttanlands, at verða tiknar av, og skipanin við almennum stuðuli til fiskavirkir, ígjøgnum fiskavirkisskipanina hjá Als, eigur at verða strikaður, tí tað heldur arbeiðsmegi fast í eini vinnu, sum ikki loysir seg.
– Tað eigur heldur ikki at vera latin stuðul til sjómenn gjøgnum sjómannafrádrátt ella til heimaflotan gjøgnum makrelkvotur, sigur Búskaparráðið.