Í nátt hendi eitt ferðsluóhapp við Norðoyatunnilin, klaksvíksmegin.
Ein bilur kom úr tunlinum, tá ið bilførarin misti tamarhaldið á bilinum, og hann rendi á eina eltalvu.
Tað elvdi til, at øll gøtuljósini í Klaksvík, slóknaði.
Tað var eingin persónsskaði, men bilurin fekk nakað av skaða.
Løgreglan sigur, at tey vita ikki hví bilførarin misti tamarhaldið á bilinum, men rúsdrekka, ella rúsevni, vóru ikki uppi í.
Annars hevur nógv fólk verið í býnum í nátt, men tað hevur verið stak frðarligt.