Allir bilarnir vóru ílagi - og allir bilførararnir vóru edrúir

Hetta hevur verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni

Áki Bertholdsen
1. oktober 2024 kl. 07:54

Hetta hevur verið eitt friðarligt samdøgur hjá løgregluni. Í morgun var løgreglan á ferð og kannaði ferðsluna, men har var støðan heilt góð, tí eingin bilførari varð skrivaður upp.

Løgreglan sigur, at í hesum sambandi kannaðu tey bilarbar, bæði dekk, ljós og alt annað, og tey kannaðu eisini um bilførararnir vóru edrúur.

Løgreglan sigur, at allir bilarnir, sum vóru kannaðir, vóru í lagi og allir bilførararnir vóru edrúir.

Í gjár varð boðað frá eldi í einum húsum, men tað vísti seg at tað var brek í einum gasskomfýri sum elvdi til ein lítlan eld, ið skjótt varð sløktur áðrenn hann gjørdi nakran skaða.

Í gjár varð eisini boðað frá grind uttan fyri Sundsverki, men tað vísti seg at vera nýsur, so tað gjørdu tey einki við.

Og um náttúrðatíð varð eisini ringt til løgregluna um ein bil, tí illgruni var um, at bilførarin var ávirkaður. Løgreglan fór at leita eftir bilinum, men tey funnu hann ikki, so meiri varð ikki burtur úr tí. Hinvegin hava tey nummarplátuna á bilinum og fara at halda eyga við honum, sigur løgreglan.