Eftir lógini skulu allar kommunur hava integratiónssamskipara í seinasta lagi 1. juli í ár.
Og í Suðuroy er tað hent, at allar kommunurnar eru samdar um at seta ein felags samskipara fyri alla oynna.
Kommunurnar býta útreiðslurnar ímillum sín, alt eftir fólkatalinum í hvørji einstakari kommunu. Samskiparin skal hava skrivstovu bæði á Tvøroyri og í Vági.
Í næstum verður søkt eftir integratiónssamskipara til Suðuroynna.
Tað er ikki lagt fast, hvussu starvið verður sett, um tað verður eitt fulltíðarstarv, ella um tað verður avmarkað arbeiðstíð, kanska 0,8 starv.
Kommunurnr eru samdar um, at tað skal standa til tann, sum verður settur í starvið. Onkur vil kanska bara hava starvið, er talan um fulltíðarstarv, og onkur annar vil kanska hava avmarkaða arbeiðstíð.
Nú skal ein setanarnevnd setast við einum umboðið úr syðru helvt í Suðuroy, har Sumba, Vágur, Porkeri og Hov, velja eitt umboð í nevndina. Somuleiðis velja kommunurnar í Norðaru helvt, Tvøroyri, Fámjin og Hvalbiar kommuna, eitt umboð í setanarnevndina.
So skal ein triði limur veljast í setanarnevndina og tað verður okkurt óheft fakfólk sum kennir til økið. Í hesum sambandi hava tey umrøtt at finna onkran uttaneftir.
Setanarnevndin fær fulla heimild at seta tann umsøkjaran í starv, sum tey halda er best skikkaður.