Allahalgannadagur og deyði!

Eg havi fylgt fleiri fólkum við lívsins enda, sum ein liður í míni fakligu praksis

Peter Kujala
3 tímar síðan

Tíverri sleppur ongin av okkum undan deyðanum.  Tað bíðar eftir okkum um hornið, og kann knappliga koma fram, sera óvæntað. Tú kanst ikki sleppa undan ella hoppa yvir tað. Tú fert at doyggja.

Hvussu hendir tað? Eg havi fylgt fleiri fólkum við lívsins enda, sum ein liður í míni fakligu praksis. Tað eru ymisk sløg av deyða; summi anda seinasta andadráttin róliga, ja, enntá við einum smíli, meðan onnur gera tað í ógvusligum angist og pínu. 

Kropsliga gevur hjartað upp, tað er ein allarseinasti hjartasláttur og síðani ein seinasti andadráttur, og blóðveitingin við súrevni og glukosu kann ikki røkka heilanum, hvørs virksemi tí steðgar og kropsliga tilvitanin fer út. Kroppurin byrjar at fáa kulda og musklarnir slappa av, stívleikin kemur seinni. Og tað merkist, at tað er tómt, okkurt er farið úr hesum kroppinum, ein skel er eftir.

Ævinleikin er lagdur í hjørtu fólksins, tí kennist endaligheitin av deyðanum og at ein fór at lata vera við at vera til órímilig og ómøgulig. Og soleiðis er tað, vit eru ævigar verur. Spurningurin er bara, um, frá kristnum sjónarhorni, "lyftin fer upp ella niður", har sálin brúkar sína ævinleika. Sálin er sostatt persónurin "tú", tín persónligheit við øllum sínum sermerkjum, kenslum og tankum. Men, hvussu vilja vit møta deyðanum? Vit kunnu ikki velja nær, tú kanst doyggja í dag ella um 10, 20 kanska 40 ár, nokk fyrr sum heimurin sær út. Hugsa tær hvussu broytiligt lívið er, hvørt sekund skal hjartað sláa og tú andar inn og út 24 tímar um døgnið, ein lítil "feilur" í skipanini bara nøkur fá sekund og...

Tey, sum møttu deyðanum í friði og tryggleika, ja næstan longsli, hava verið heit trúgvandi. Tey hava trúð á ein persón, sum segði: "Eg eri uppreisnin og lívið. Tann, sum trýr á meg, skal liva, hóast hann doyr."  Hesin Jesus sum soleiðis vann á sjálvum deyðanum, fyri at geva ævigt lív. Mong eru tey sterku og stoltu, sum á deyðastrá skelva av ræðslu fyri seinasta hjartasláttur, og mong onnur hava smílandi fevnt deyðan í friði, tá tey tyktust síggja sín elskaða Jesus standa við opnum ørmum og bjóða teimum vælkomnum til ævinleikans bústaðir í Himli, har ikki meira pína røkkur, ongar sorgir og trupulleikar reika og myrk skýggj tyngja.

Eg helt í hondini á einum doyggjandi kristnum. Hon hevði langar steðgir í andadráttinum, hálvtilvitað. Eg bað tigandi fyri henni, knappliga letur hon eyguni upp og hyggur at mær við einum stórum smíli. Tíðin stóð still og ævinleikin stóð niður á stovuna, gleðina og friðin, hon útstrálaði í teirri løtuni, fari eg ongantíð at gloyma.  Hon andaði seinasta andan, hondin bleiv halt og køld, hon var ikki har longur, deyðin varð sigraður…