Ongi úrslit

Álitisváttanin gevur dirvi at halda fram

Hóast hann hevur vunnið óhugsandi stóran sigur, so ásannar Sjúrður Skaale at í fólkatinginum broytir hetta ikki støðuna hjá honum

Jonhard Hammer
2 tímar síðan

10823 persónligar atkvøður. Tað er fasittið hjá Sjúrði Skaale á fólkatingsvalinum í dag. Metið undan hesum valinum átti Finnbogi Ísakson við 4422 persónligum atkvøðum.

Tá vit koma á gátt hjá Sjúrði Skaale at ynskja honum til lukku við valinum, so sigur hann seg vera ovfarnan av úrslitinum.

-Hesum hevði eg ikki roknað við, og eg eri fegin og takksamur fyri álitisváttanina. Hana taki eg sum herðaklapp fyri arbeiðið, sum Javnaðarflokkurin og eg hava gjørt á fólkatingi, og hetta gevur dirvi til at halda fram við tí arbeiðnum, sum eg havi verið partur av síðani 2011, sigur Sjúrður Skaale, sum fegnast um, at álitisváttanin kemur úr øllum heraðshornum í landinum.

-At atkvøðutalið er so stórt, sum tað nú er, ber ikki við sær, at mandatið í donsku politisku skipanini verður størri, tí eg eri framvegis ein av 179, og politiska tøðan í Danmark eftir valið er soleiðis, at eg ikki eri trygdin fyri meirilutanum, sum eg havi verið síðstu árini. Í 2022 vildi eg hava breiða danska stjørn, og tað fari eg framvegis at stuðla, um tey í Danmark fara at skipa breiða danska stjórn..

-Men eg eri ógvuliga takksamur fyri allar persónligu atkvøðurnar og fyri atkvøðurnar, sum Javnaðarflokkurin hevur fingið.

-Valstríðið hevur verið øðrvísi, enn tey hava verið undanfarnu ferðirnar, tí tá hevur tað bara verið fólkatingsval, meðan tað nú var valstríð til fólkatingið, sum hevur verið í skugganum av løgtingsvalstríðnum. Tí hevur tað verið torførari at vita, hvussu tað gekk, men tá ið eg havi vitjað kring landið, so havi eg kent so stóra undirtøku, sum eg ongantíð áður havi kent, og nú er tað hugaligt at staðfesta framúr stóra talið, sum eg enn einaferð takki so hjartaliga fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04