Á Taks eru tey nú liðug at gera skattin fyri í fjør, upp. Og úrslitið er, at ongantíð hava sjálvuppgávurnar verið so skeivar, sum hesa ferð.
Taks hevur nevniliga gjørt rættingar fyri góðar 291 milliónir krónur og tað er tað mesta nakrantíð. Tað gongur báðar vegir, men úrslitið er, at landskassin fær 82 milliónir krónur afturat í skattainntøkum.
Á Taks taka tey hetta sum eina greiða ábending um, at eftirlitið virkar væl og Eyðun Mørkøre, stjóri, sigur í tíðindaskrivi, at starvsfólkið hevur gjørt eitt gott arbeiðið.
Av teimum 291 milliónunum, sum rættingar eru gjørdar fyri, stavar meginparturin, ella 272 milliónir, frá feløgum.
Sostatt eru hesar rættingar gjørdar
– 109 milliónir í inntøkuskatti
– 96 milliónir í kapitalvinningsskatti
– 60 milliónir í veiðirættindaskatti
· 7 milliónir í avgjøldum
Hjá einstaklingum vórðu rættingar gjørdar fyri góðar 19 milliónir krónur.
– 8,7 milliónir í inntøkuskatti
– 8,9 milliónir í kapitalvinningsskatti
– 1,5 milliónir í rentustuðli og ferðastuðli
Stjórin sigur eisini, at hesi seinastu árini hava víst, at einstøk eftirlit kunnu hava stóra ávirkan, og árið í fjør var einki undantak.
– Hetta vísir, hvussu stóran týdning tað hevur, at Taks hevur eitt nútímans og vælvirkandi eftirlit, leggur hann afturat.