Ongi úrslit

Alaska fekk ávaring um flóðaldu

Jarðskjálvtin, sum var 7,3 í styrki, rakti sunnan fyri Sand Point í Alaska á Kyrrahavinum á Aleutisku oyggjunum.

Jóhanna Højgaard
17. juli kl. 12:03

Ein sjáldsom tsunami-ávaring varð givin fyri ein part av Kyrrahavinum í Alaska, eftir ein sterkan jarðskjálvta sum rakti tíðliga seinnapartin mikudagin, lokala tíð.

Jarðskjálvtin, sum var 7,3 í styrki, rakti sunnan fyri Sand Point í Alaska á Kyrrahavinum á Aleutisku oyggjunum.

Hettar er ein seismiskt virkin oyggjaketa, sum strekkir seg frá meginlandinum út í havið.

Økið er kent fyri at hava jarðskjálvtar og gosfjallavirksemi javnan.

- Ein tsunami er staðfest, og onkrar ávirkanir eru væntandi, sigur Tsunami-ávaringsmiðstøðin (NTWC) í einum bráðfeingis fráboðan.

Mynduleikarnar og miðlar ávaraðu og bóðu folk leita sær uppeftir i hæddirnar tí tsunami var ávegis.

Ávaringin var tó at enda niðurskrivað, áðrenn hon var avlýst.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

13. oktober kl. 08:46