Akstovan fer nú at miðsavna virksemið fyri at gera tað effektivari. Og tað fer at ávirka bileigarar í Sandoynni og í Norðoyggjum.
Tað eru bæði hølisumstøður og effektiviseringar sum gera, at Akstovan umskipar virksemi í Norðoyggjum og í Sandoynni.
Tað merkir, í septembur verður deildin hjá Akstovuni á Sandi latin aftur.
Hetta hevur við sær, at øll akfør í Sandoynni skulu sýnast í Havn. Sýnshøllin á Sandi er gomul og ótíðarhóskandi og tað er so dýrt at gera neyðugu ábøturnar, at støða er tikin til heldur at miðsavna sýnini í Havn, sigur Akstovan.
– Mett verður ikki, at broytingin verður til stórvegis ampa hjá bileigarum í Sandoynni, sigur Akstovan. Við Sandoyartunlinum er samferðslukervið so mikið væl útbygt, at lætt er at ferðast aftur og fram.
– Nógv fólk í Sandoynni arbeiða í meginøkinum, og tað kemur meira enn so fyri, at fólk biðja um at fáa bilin sýnaðan í Havn, tí tað er høgligari á veg til ella frá arbeiði.
Í Norðoyggjum fevna broytingarnar einans um kampingvognar og viðfestisvognar. Tann fyrsta mai skulu kampingvognar og viðfestisvognar í Norðoyggjum sostatt sýnast í Saltangará.
Umstøðurnar í sýnshøllini í Klaksvík, og uttan fyri, eru so ringar at tað er at kalla ógjørligt at sýna kampingvognar og viðfestisvognar har.
Tað eru lutfalsliga fáir Kampingvognar og viðfestirvognarnir í Norðoyggjum, og í Saltangará eru bæði pláss og umstøður annars at sýna hesar vognar.
Broytingarnar fevna ikki um persónbilar og vørubilar í Norðoyggjum, tí teir verða framhaldandi sýnaðir í Klaksvík, sigur Akstovan.