Tað var gott lag á føroysku spælarunum, tá ið Mehmet Türkmen úr Turkalandi bríkslaði fyri síðstu ferð í U-21 landsdystinum í Klaksvík. Føroyar vunnu í kvøld 2-1 ímóti Estlandi, sum legði seg á odda seks minuttir eftir hvíldina. Málið kom eftir mistak í føroyska uppspælinum aftarlaga í høgru.
Føroyska liðið reisti seg. Sum seinni hálvleikur leið, varð trýst lagt á mótstøðumálið, og tá ið Jóhan Josephsen hevði javnað, løgdu Føroyar nógv fyri í royndina at skora sigursmálið, og tað eydnaðist, tá ið liðformaðurin Áki D. Samuelsen við brotssparki setti bóltin í málið. Tá var vanliga leiktíðin farin og reiðiliga tað.
-Hetta er góð kensla, tí flestu spælararnir hava ongar royndir í U-21 landsliðsfótbólti. Tí snúði tað seg fyrst og fremst um at fáa verjuspælið at sita, og tað riggaði alt betur. Vit vóru omaná fyrstu minuttirnar eftir steðgin, og tí kom tað illa við, tá ið teir skoraðu, sigur nýggi venjarin Ólavur Mikkelsen.
Hóast váta vøttin, so varð føroyska liðið ikki tikið av fótum.
-Jóhan Josephsen javnaði, og so hildu vit okkum hava møguleika at vinna, og tað eydnaðist. Aron Benjaminsen varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter. Hann vísti seg at vera væl upplagdur, og hann krúllaði seg leysan í høgru og vann brotssparkið, sum liðformaðurin Áki D. Samuelsen umsetti til 2-1 sigur. Tað var góð kensla, sigur Ólavur Mikkelsen.
Áki D. Samuelsen er væl nøgdur við liðið:
-Tað kennist sum stórt herðaklapp at vera valdur at vera liðformaður, og eg royndi at vera fyrimynd í hugburði og spæli. Tá ið dómarin bríkslaði fyri brotssparki, visti eg beinanvegin, hvar bólturin skuldi plaserast, og tað var gott, at tað eydnaðist at skora og vinna.
Hetta var 15. U-21 landsdysturin hjá Áka D. Samuelsen, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti.
Undan hesum kappingarárinum flutti Áki D. Samuelsen úr HB og í norska Ranheim Fotball, har hann hevur staðið seg so mikið væl, at hann fyri stuttum varð kosin at vera besti vongurin í mai.
Ert tú klárur, um Eyðun Klakstein sendir boð eftir tær at vera á A-landsliðnum?
-Í fyrstu atløgu fegnist eg saman við liðfeløgunum og føroyingum um henda sigurin og um at sleppa at spæla á U-21 landsliðnum. Dreymurin hjá øllum fótbóltsspælarum er at fáa møguleikan at spæla á A-landsliðnum, og um landsliðsvenjarin sendir boð eftir mær, so verður tað sjálvandi dreymur, sum verður veruleiki, sigur Áki D. Samuelsen.