Ákæruvaldið hjá politinum í Føroyum hevur nú ákært ein persón fyri at reingja valúrslitið í Oyndafirði í samband við kommunuvalið í fjør. Persónurin er ákærdur fyri brot á § 116, stk. 1 í revsilógini. Ákæruvaldið hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.
§ 116 í revsilógini er soljóðandi:
Tann, sum forðar ella roynir at forða fyri, at val verður hildið til Løgtingið, Fólkatingið, kommunustýri ella til kommunal ella onnur almenn ráð ella myndugleikar, ella sum reingir valúrslit, ella sum ger tað ómøguligt at gera úrslitið upp, verður revsaður við fongsli í upp til 6 ár.
Stk. 2. Sama revsing verður nýtt, tá ið slíkar gerðir verða gjørdar í sambandi við lógarheimilaðar beinleiðis atkvøðugreiðslur um almenn viðurskifti.