Ajax vann aftur

Súna Krossteig Hansen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen vunnu týðandi dyst ímóti Skanderborg, í bestu donsku deildini mikukvøldið. Liðið hjá Kjartani Johansen vann eisini, meðan Lemvig Thyborøn og Vilhelm Poulsen tapti

Mynd: Andreas F. Hansen
Helgi Hoydal
14. september 2022 kl. 19:16

Føroyingaliðið Ajax København vann 28-22. Tað var lítil ivi um hvør fór at vinna. Tær vóru á odda so at siga allan dystin.

Tað er mett, at Ajax og Skanderborg fara at berjast um at sleppa undan at flyta niður úr HTH-deildini, sum besta deildin í Danmark eitur. Ajax úr Keypmannahavn hava eisini landsliðsmálverjan Rakul Wardum á liðnum, men hon var ikki við mikukvøldið.

Føroyingafelagið fekk bestu hugsandi byrjan í hesum kappingarárinum, tá tær á fyrsta leikdegi vunnu á Team Esbjerg, ið er verandi danmarksmeistari. Nú hava tær longu fingið fýra stig, og líkjast einum felagi sum verður verðandi í bestu donsku deildini.

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen skoraði eitt mál í dystinum, og tað sama gjørdi Súna Krossteig Hansen. Harafturat hevði Súna tríggjar málgevandi avleveringar.

Vilhelm tapti

Felagið hjá Vilhelmi Poulsen hevur enn til góðar at vinna sær stig í hesum hondbóltsárinum. Mikukvøldið tapti Lemvig Thyborøn 23-26 fyri TTH-Holsterbro.

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst millum liðini. Undan dystinum var greitt, at bæði liðini høvdu stóran tørv á stigunum. Hetta sást aftur í dystinum, sum varð merktur av nógvum útvísingum, og fleiri mistøkumetHeHe afdsfsfdsfsdHetH. Tað var TTH-Holsterbro sum fór avstað við báðum stigunum.

Vilhelm Poulsen skoraði tey mál, og hevði tríggjar málgevandi avleveringar.

Kjartan Johansen mátti hyggja

Liðið hjá Kjartani Johansen, Bækkelaget, vann mikukvøldið sín dyst ímóti Haslum, í bestu norsku deildini – Rema 1000 – deildin. Høgri bakkurin Kjartan Johansen er skaddur í løtuni, og mátti tí sita millum áskoðararnar, og síggja lið hansara vinna sannførandi 33-27.