Fyrrapartin í morgin verður tíðindafundur í FSF húsinum. Tá fara Eyðun Klakstein og Ólavur Mikkelsen at kunngera, hvørjir spælarar fáa landsliðsboð.
Eyðun Klakstein og A landsliðið fara fríggjakvøldið 5. september at spæla á heimavølli ímóti Kroatia og mánakvøldið 8. september á útivølli í Gibraltar.
Ólavur Mikkelsen og U 21 landsliðið fara mikudagin 3. september at spæla á útivølli í Íslandi, og mánadagin 8. september á útivølli ímóti Luksemborg.
Størsta stjørnan á liðnum hjá Kroatia, sum er stórfavorittur at vinna í Føroyum, er Luka Modric, og áhugin er stórur í Føroyum at síggja Luka Modric og Kroatia spæla.
Brynhild Absalonsen, sum er marknaðar- og samskiftisleiðari hjá FSF sigur, at fríggjadagin vóru tað færri enn túsund atgongumerki eftir til dystin ímóti Kroatia. Tað er tí nógv, sum bendir á, at tað verður fult kring Tórsvøll annað fríggjakvøld.
Í 13 ár var Luka Modric miðvallarálit hjá Real Madrid.
Hann er 39 ára gamal, og tá ið Real Madrid í summar ikki var áhugað í nýggjum sáttmála, skrivaði Luka Modric undir sáttmála við italska AC Milan, og hann sær út til at vera væl fyri knappar tvær vikur undan dystinum í Føroyum.
Í gjárkvøldið spældi AC Milan á heimavøllinum San Siro. Tað endaði við 2-1 tapi ímóti uppflytarunum úr Cremonese. Sæð við føroyskum eygum var áhugavert, at Luka Modric var millum teir fyrstu ellivu. Hetta var fyrstu ferð, at hann spældi í italsku landskappingini, og hann er elsti debutantur yvirhøvur í Italia. Luka Modric var 39 ár 11 mánaðir og 14 dagar, tá ið hann fyrstu ferð var við í landskappingardysti í Italia.
Luka Modric og AC Milan skrivaðu í summar undir eittára sáttmála.
Liðformaðurin á kroatiska landsliðnum hevur spælt 188 landsdystir, og hann hevur luttikið í fýra HM endaspølum og fimm EM endaspølum.
HM endaspølini: 2006 í Týsklandi, 2014 í Brasil, 2018 í Russlandi og 2022 í Katar.
EM endaspølini: 2008 í Sveis/Etsturríki, 2012 í Póllandi/Ukraina, 2016 í Fraklandi og 2021 í fleiri europeiskum londum og í 2024 í Týsklandi.