Ongi úrslit

Áhugi er at keypa grundstykkir í Klaksvík

Nýggja skipanin hjá Klaksvíkar kommunu læt upp í dag

Klaksvík.fo
1. sepember kl. 18:15

Kl. 12.00 í dag læt nýggja søluskipanin hjá Klaksvíkar kommunu upp. 20 tøk grundstykkir eru til keyps, og longu nú eru trý grundstykkir umbiðin. 

Nýggja skipanin er ment, soleiðis, at tað gerst lættari at fáa fatur á kommunalum grundstykkjum til sethúsabygging!

Hetta hevur verið eitt politisk ynski, sum farið varð undir at kanna tíðliga í vár. Síðan hevur verið arbeitt við at menna eina skipan, sum í størri mun skal tryggja, at tey, sum eru klár at fara undir bygging, hava møguleika at onga sær kommunalt grundstykki.

Nýggj søluskipan

Listin yvir tøk grundstykkir, verður í nýggju skipanini dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00 (um annað ikki er fráboðað). Harvið fáa øll kunning um tøk grundstykkir samstundis.

Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, ið er tøkt, og senda umsókn um at keypa tað. Hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á heimasíðuni. Tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa.

Sølulistin er at finna her: Grundstykkjasøla

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

23 tímar síðan

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15