Destillarí Faer Isle skrivar á Facebook:
-Faer Isles fer í samstarvi við Paz og Gregory Buda at hava eitt serstakt kokkteylkvøld í fínustovuni hjá Paz.
Gregory er navnframur barrskeinkjari, undivísari og ráðgevi í gestavinnuni - og so eigur hann kokkteylbarrina Bisou Bisou í Montreal. Barrin er á víðagitnum heimslistum, eitt nú á North America´s 50 Best Bars https://www.theworlds50best.com
Gregory hevur gjørt eina serliga skrá við støði í vørum frá Faer Isles Distillery og íblástri frá Bisou Bisou og Paz. Paz ger ein smárætt afturvið hvørjum av fýra drykkjum hjá Gregory Buda.
Eftir kl. 22:00 lata dyrnar upp og øll kunnu koma at royna drykkirnar.
Nær: leygardagin 2. mai,
kl. 19:00-21:00 fyri tey, sum bíleggja sær borð
kl. 22:00-00:00 fyri øll
Hvar: í Fínustovuni hjá Paz, Doktara Jakobsensgøta 18
Hvør: Gregory Buda, Faer Isles & Paz - og so tú og tey, tú vilt hava við tær.
Prísur: 850 kr fyri kokkteyl og smárættir - 160 kr fyri kokkteyls eftir kl. 22:00
Avmarkað pláss.
Pláss er fyri hesum gestum at bíleggja sær pláss kl. 19:00-21:00
Bólkar á:
2 gestir
3 gestir
4 gestir
5 gestir
5 gestir
Bílegging: [email protected]