Ongi úrslit

Áhugaverda tiltakið byrjaði í gjár

Átta verkætlanir eru við

Jóhanna Højgaard
16 tímar síðan

Í gjár var tiltakið Nýskapan í ferðavinnuni 2026 skotið ígongd.

Tað er Hugskotið, Visit Torshavn og Visit Faroe Islands sum skipa fyri verkætlanini, sum skal seta fokus á føroyskar matvørur og ferðaminni.

Allir luttakararnir sum fara at arbeiða í seks vikur, uppá tær átta spennandi verkætlaninar sum eru við í ár, hittust fyri fyrstu ferð í gjár. Hettar gekk fyri seg á Hugskotinum.

Tey fara at hava skræddaraseymaðar verkstovur um søguforteljing, innpakking, sniðgeving, leveransu og marknaðarføring.

Fakliga sparring innan produktmenning verður eisini á skránni.

Átakið endar 20. mars, har luttakararnir fara leggja fram sínar verkætlanir fyri innbodnum ferðavinnuáhugaðum og øðrum áhugaðum.

Føroyskar matvørur og ferðaminni í fokus

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

Í gjár kl. 17:59