Ongi úrslit

Nýskapan í ferðavinnuni 2026 – føroyskar matvørur og ferðaminni í fokus

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 14:09

Í februar seta Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands aftur ferð á vinnudíkjaran, Nýskapan í ferðavinnuni.

Tað er eitt átak, sum hevur verið við til at menna føroysku ferðavinnuna síðani 2019.

Hesa ferð verður serligur dentur lagdur á produktmenning innan matvørur, fyri at menna fleiri ferðaminni (souveneirs) við høgari góðsku og skapa eitt fjølbroyttari úrval av vørum við lokalum rávørum.

Vinnudíkjarin byrjar mánadagin 2. februar og koyrir í seks vikur, við tiltøkum 1–2 ferðir um vikuna í dagtímunum. Átakið endar við einum braki 20. mars, har luttakararnir leggja fram síni úrslit.

Luttakararnir luttaka í eini tilgongd sum er skraddaraseymað við verkstovum og fakligari sparring innan produktmenning, søguforteljing, innpakking, design, leveransu og marknaðarføring.

Endamálið er at hjálpa smærri framleiðarum og fyritøkum innan matmentan og ferðavinnu at taka næsta næsta stigið – frá hugskoti til sniðgivna og søluklára vøru.

Tørvurin á matvørum við góðari góðsku, ið eisini kunnu brúkast sum gott ferðaminni úr Føroyum er vaksandi, og átakið hevur til endamáls at fáa fleiri framleiðarar at menna vørur, sum bæði ferðafólk og føroyingar ynskja at ogna sær.

Luttakarar verða valdir út millum smærri fyritøkur og einstaklingar, sum kundu hugsað sær ella longu arbeiða innan matframleiðslu og ferðavinnu.

Átakið er ókeypis og tað er avmarkað pláss. Umsóknarfreistin er 8. januar, og uppfylgjandi samrøður verða við luttakarir 12. og 13. januar. Til ber at melda seg til átakið her: https://hugskotid.fo/events/4557/

Mest lisið hesa vikuna

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

Í gjár kl. 15:43

Avlýs loysingina

6. januar kl. 13:50

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19