Aftur nú hava heilsugranskarar funnið eitt nýtt frábrigið av koronuvirus, og sambært BBC er hesaferð talan um mest muteraða frábrigdið higartil.
Higartil hava flestu tilburðirnir verið staðfestir í Suðurafrika, men ábendingar eru um, at virusið kann spjaða seg til onnur lond.
Nógv stendur kortini framvegis ósvarað um nýggja frábrigdið, millum annað hvussu illa tað smittar, og hvat skal gerast við tað, men mest álvarsami spurningurin er kortini, hvussu koppsetingarnar fara at virka móti frábrigdinum.
Sambært Tulio de Oliveira, stjóra á Suðurafrikanska smittustovninum, hevur nýggja frábrigdið fleiri enn 50 mutatiónir, og ivaleyst kemur nýggja frábrigdið frá einum einstakum sjúklingi, ið ikki hevur havt nakra mótstøðuføri móti virusinum.
Óttast verður nú, at frábrigdið er so mikið nógv øðrvísi frá upprunaliga virusinum úr Wuhan, at tær koppsetingarnar, ið eru framleiddar, ikki fær at rigga eins væl móti nýggja frábrigdinum.
Millum annað hava granskarar funnið útav, at onkra av mutatiónunum hava teir sæð áður, og millum kendu mutatiónirnar eru nakrar, ið bæði kunnu gera frábrigdið meira smittandi, umframt at tað kann snúgva sær undan fleiri pørtum av okkara immunverju.
Onnur frábrigdið hava áður elvt til ótta millum granskarar, men sum kortini ikki eru vorðin til nakað. Til dømis óttaðust granskarar við ársbyrjan Beta frábrigdið, tí tað hevði eginleikar fyri at sleppa sær undan immunverjuni. Beta varianturin var kortini ikki serliga smittandi, og tí gjørdist tað ístaðin delta frábrigdið, ið smittaði illa og sum hevði moderatan eginleika at skáka sær undan immunverjuni, ið gjørdist dominerandi frábrigdið.
Men sambært Ravi Gupta, professara á University of Cambridge, hevur nýggja frábrigdið møguliga møguleika fyri at hava báðar eginleikar, sigur BBC.
Frábrigdið hevur higartil fingið navnið B.1.1.529, men væntandi fær tað eisini ein grikskan stav, eins og hini frábrigdini.