Ongi úrslit

Aftur metnógvir leikarar til kapping hetta vikuskiftið

Borðtennissamband Føroya
14 tímar síðan

Borðtenniskapping var í høllini á Hálsi í Havn um vikuskiftið, og aðru kappingina upp í slag vóru metnógvir luttakarar.

Hesaferð luttóku 63 leikarar, sum er eitt vet fleiri enn teir 57, sum luttóku í kapping í Trongisvági undanfarna vikuskifti.

- Vit fegnast um, at tilgongdin av leikarum hevur verið somikið stór í ár, og at tað aftur eru so nógv ung, sum vilja spæla borðtennis, siga tey í Borðtennissambandi Føroya.

Um vikuskiftið var talan um triðja Grand Prix-umfar, og í fremsta bólkinum, A-bólkinum, var fleirfaldi føroyameistarin, Fróði Fríðason Jensen, aftur stinnastur.

Í øðrum bólkum eru annars nógvir ungir leikarar, sum eru farnir at ota seg frameftir – eitt nú 11 ára gamli Dánjal Jacobsen úr Tór, sum hevur tryggjað sær uppflyting í B-bólkin.

Næsta Grand Prix-umfar verður 11. januar, men næstu kappingarnar vera tær árligu jólakappingarnar úti í feløgunum fram ímóti jólum.

Grand Prix 3 – úrslit

Bólkur A

1.        Fróði F. Jensen (Tór)

2.        Ári F. Jensen (Tór)

3.        Rasmus T. í Skorini (Tór)

4.        Edvard F. Nårstad (TBF)

5.        Jósva Højgaard (TBF)

6.        Tórður Eið Eliasen (Tór)

7.        Poul Knút Poulsen (TBF)

8.        Jóel Bringsberg (Tór)

9.        Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

10.  Elinborg C. Mortensen (TBF)

Bólkur B

1.        Suni á Lava (Tór)

2.        Bogi Bringsberg (Tór)

3.        Rói S. Hjaltason (Tór)

4.        Teitur H. Albinus (Tór)

5.        Brandur B. Johannesen (Tór)

6.        Reidar Petersen (TBF)

7.        Noam S. Durhuus (Tór)

Bólkur C

1.        Gudmund Djurhuus (TBF)

2.        Dánjal Jacobsen (Tór)

3.        Benjamin Simonsen (TBF)

4.        Ruben Benbakoura (Tór)

5.        Høgni W. Dalsgaard (Tór)

6.        Rókur Løkjá (Tór)

7.        Heri Guðlaugsson (Tór)

Bólkur D

1.        Pætur Tróndarson (Tór)

2.        Nóam á Rógvu (Tór)

3.        Allan Christiansen (TBF)

4.        Elias Olsen (Tór)

5.        Liam Steinkross (TBF)

6.        Ísak Torkilsson (Tór)

Bólkur E

1.        Geiri P. Augustinussen (TBF)

2.        Maiken Hammer (TBF)

3.        Martin Eið Eliasen (Tór)

4.        Filip Thorsteinsson (TBF)

5.        Dávur Dionsson (TBF)

6.        Dávid Simonsen (TBF)

7.        Jónas T. í Skorini (Tór)

Bólkur F

1.        Einar Norðberg (TBF)

2.        Adrian Hvíthamar (Tór)

3.        Ísak Thomsen (TBF)

4.        Adriel Djurhuus (Tór)

5.        Nóa Mattias Janusarson (Tór)

6.        Angelina Øster (TBF)

Bólkur G

1.        Helgi Hovgaard (Tór)

2.        Rókur Thomsen (Tór)

3.        Johan Jacobsen (Tór)

4.        Nóam Djurhuus (TBF)

5.        Dávid Mellemgaard (TBF)

6.        Kaja Thomsen (TBF)

Bólkur H

1.        Sámuel Torkilsson (Tór)

2.        Bragi Djónason (Tór)

3.        Bára Sørensen (TBF)

4.        Helga Mortensen (TBF)

5.        Rói Vilhelmsen (Tór)

6.        Rósa í Dali (TBF)

7.        Askur í Dali (TBF)

Bólkur I

1.        Nathan Jespersen (TBF)

2.        Julian Øster (TBF)

3.        Jónas Kjær (Tór)

4.        Magni Bech (TBF)

5.        Kristel Joensen (TBF)

6.        William Roest (TBF)

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53