Ongi úrslit

Aftur innbrot í Mikkeler í Havn

Hetta er langt frá fyrstu ferð ,at innbrot er í Mikkeler í Gongini í Havn
Áki Bertholdsen
12 tímar síðan

Seinnapartin í gar varð ringt til løgregluna at melda, at innbrot hevði verið í skeinkistaðnum, Mikkeler, síðstu nátt.

Innbrotstjóvarnir hava brotið ein rút og eru slopnir inn tann vegin. Løgreglan sigur, at nakað av rúsdrekka er stolið. Hetta er langt frá fyrstu ferð, at innbrot er í Mikkeler, tí tað er hent fleiri ferðir áður. Tað er myrkt rundan um Mikkeler um náttina og tað ger kanska, at vandin fyri innbroti er serliga stórur.

Løgreglan sigur, at tey vita ikki, hvør tað er, sum hevur brotið inn. Har eru ongar myndir frá vakmyndatólum at styðja seg til, men løgreglan sigur kortini, at tey hava tryggjað sær aðrar slóðir, sum tey nú fara at kanna.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17