Ongi úrslit

Aftur í gjár fingu fleiri bilførarar í Suðuroy bót

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 08:14

Hesar seinastu dagarnar hevur løgreglan gjørt fleiri ferðslukanningar í Suðuroy og í tí sambandi hava nógvir bilførarar fingið bót.

Í fyrradagin vórðu 18 mál skrivað á Tvøroyri og aftur í gjár vórðu ferðslukanningar gjørdar, bæði á Tvøroyri og í Vági.

Í Vági var løgreglan í tveir tímar frá klokkan 11 til klokkan 13 í gjár og har vórðu 150 bilar kannaðir. Løgreglan sigur, at av teimum, fingu 11 bilførarar bót, tí okkurt var galið.

Seinnapartin í gjár var løgreglan eisini á Tvøroyri í tveir tímar frá klokkan 14-16 og eisini har vórðu einir 150 bilar kannaðir og har fingu 11 bilførarar bót.

Løgreglan sigur, at yvirhøvur er talan um smærri brot, eitt nú slitin dekk, lyktafeilir, onkur hevði ikki koyrikort við sær, onkur sat ikki í trygdarbelti og so víðari.

Ferðslukanningarnar í Suðuroy halda fram í dag, sigur løgreglan

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Løgreglumaður sligin - vilja tryggja sær at maðurin ikki rýmir

14. desember kl. 09:17