Ongi úrslit

Aftur ferðsluóhapp á hesum strekkinum

Áki Bertholdsen
6. februar kl. 07:48

Krossvegurin av Norðskála og inn á høvuðsvegin um Streymin mann vera eitt hitt vandamiklasta vegastrekki í landinum.

Har eru fleiri ferðsluóhapp hend, og eisini ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív. Og í gjárkvøldið hendi aftur eitt óhapp er. Og støðan var tann sama: Ein bilur, sum kom av Norðskála koyrdi út fyri ein bil, sum kom suðureftur høvuðsvegnum.

Løgreglan sigur, at báðir bilarnir fóru so mikið illa, at teir máttu førast burtur.

Bilførararnir vóru einsamallir í bilinum og at síggja til høvdu teir ikki fingið álvarlig mein. Men teir fóru báðir fluttir á Landssjúkrahúsið til kanningar og um nakað hevur víst seg har, veit løgreglan ikki.

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

Í gjár kl. 20:55

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12