Ongi úrslit

Aftur ein tikin fyri at smugla hassj til Føroya

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Aftur í gjár varð ein maður tikin fyri at smugla hassj til Føroya. Talan var um ein tilkomnan føroying, sum kom við flogfarinum úr Danmark, men tollararnir á flogvøllinum fingu illgruna um at hann smuglaði rúsevni innvortis.

Tí varð hann sendur í skannaran og rætt var, og sostatt varð hann handtikin.

Løgreglan sigur, at hann hevði eina smærri nøgd av hassji innvortis, minni enn 100 gramm, so tað er hann skuldsettur fyri. Hann er síðani leyslatin aftur til málið verður endaliga avgreitt í rættarskipanini.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

23 tímar síðan