Ongi úrslit

Afrikanskur miðvallari roynir seg á Argjum

Seinastu árini hevur verið í danska stórfelagnum FC Midtjylland

Argja Bóltfelag
17. juli kl. 16:40

AB hevur styrkt um miðvøllin. Nýggjasti maðurin í AB er Obule Sunday Moses úr Nigeria, ið seinastu árini hevur verið í danska stórfelagnum, FC Midtjylland. Sáttmálin er galdandi til kappingarenda 2026.

Moses, ið vit nevna hann, er uppvaksin í Nigeria, har hann m.a. spældi við FC Ebedei, sum er samstarvsfelag hjá FC Midtjylland. Síðani kom hann til danska stórfelagið, har hann hevur spælt ungdómsfótbólt og vant við besta liðnum, tó uttan at koma á vøllin.

Í hansara tíð í FC Midtjylland hevur hann verið útleigaður til bæði Holstebro í donsku 2. división og FC Mafra í næstbestu deildini í Portugal

Moses, sum er 21 ára gamal, spælir mitt á miðuni og er ein sera ágangandi leikari, ið er sterkur í nærdystum og hevur góðar tekniskar førleikar við bóltinum.

Hann kom at royndarvenja við AB síðst í mai, og dygdirnar vóru eyðsýndar beinanvegin. Síðani vóru samráðingar við FC Midtjylland um at fáa hann leysan úr sáttmálanum, ið tóku heldur longri tíð enn ætlað. Hetta kom tó á mál um mánaðarskiftið juni-juli.

Nú bíða vit bert eftir, at Moses fær sítt arbeiðsloyvi upp á pláss. Vit vóna, at hann kann spæla við í fyrsta dystinum eftir summarsteðgin ímóti Víkingi fríggjadagin 1. august á Argjum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

9 tímar síðan

Ikki føroyskar gentur

19 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20