Ongi úrslit

Ættleidd á følskum pappírum

Vóru lýst foreldraleys

Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Átta fólk, sum danskir ​​ríkisborgarar ættleiddu úr Suðurkorea í sjeyti- og áttatiárunum, stevna nú Danmark fyri at hava noktað teimum rættin til teirra samleika, uppruna og familjulív, segði advokaturin hjá teimum við AFP.

Í rættarmálinum halda tey átta, sum øll vóru ættleidd tá tey vóru heilt ung, at danskir ​​myndugleikar áttu at vitað, at teirra ættleiðingar vóru ólógligar, og at tey tí ikki røktu sína ábyrgd at verja tey.

Stevnarnir hava hvør sær søkt um 250.000 krónur í skaðabót, tilsamans tvær milliónir krónur, og vísa á grein átta í evropeiska mannarættindasáttmálanum. Grein átta vísir til virðing fyri privat- og familjulívinum.

- Danski staturin hevði skyldu til at tryggja, at børnini lógliga fingu loyvi at verða ættleidd frá teirra føðifamiljum, og tað var heilt greitt ikki so, sigur advokaturin.

Hann sigur eisini, at tær skiftandi donsku stjórnirar vóru væl vitandi um myrku umstøðurnar kring ættleiðingar í asiatiska landinum.

Suðurkorea sendi fleiri enn 140.000 børn uttanlands til ættleiðing millum 1955 og 1999. Hettar vísur ein offisiell Suðurkoreansk kanning.

Í oktober 2025 bað Seoul fyri fyrstu ferð um umbering fyri statssanktionerað vanrøkt, og segði, at órættvís mannarættindabrot vóru framd.

Yvir 9.000 børn eru ættleidd til Danmarkar í tíðarskeiðinum, og fleiri av hesum ættleiðingum eru undir illgruna fyri at vera við følskum pappírum.

Nógv ættleidd hava verið skrásett sum foreldraleys, hóast tey høvdu lívfrøðiligar familjur, og tað ger tað ógjørligt at spora teirra uppruna. Hettar skrivar Femina.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

12 tímar síðan

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18