Ongi úrslit

Ætlanin hjá samgonguni kann forkoma gamlari, føroyskari bygdarmentan

– Og ein onnur avleiðing kann verða, at hús á bygd fella í órøkt

Løgtingið skal nú taka støðu til eitt umstrítt mál - men tað verður samtykt
Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 13:10

Ætlanin hjá samgonguni at geva kommunum heimild at leggja avgjald á tóm hús, kann fáa stórar avleiðingar.

Tað halda tey í andstøðuni í Løgtinginum.

Sum vit skrivaðu í áðni, ætlar samgongan nú at geva kommunum heimild til at leggja tænastugjald á hús, sum standa tóm.

Men hesum taka tey í Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum, og Miðflokkinum, ikki undir við.

– Føroysku kommunurnar eru rættiliga ymiskar. Í summum kommunum eru bara smáar bygdir, men í øðrum kommunum eru bæði smærri bygdir, og størri bygdir, ella býir.

– Tað kann vera ringt hjá eini kommunu við fleiri smærri og størri plássum at veita somu tænastur í allari kommununi, siga tey í andstøðuni.

– Og eigur onkur fleiri hús í somu kommunu, rindar viðkomandi longu skatt í kommununi, leggja tey afturat.

Tey siga, at endamálið hjá samgonguni er, at tænastugjaldið skal hvíla í sær sjálvum og tí skal tað bara fevna um tær veruligu útreiðslurnar, sum kommunan hevur.

Men er talan um eina kommunu, sum er limur í IRF, verður gjaldið fyri at heinta ruskposarnar sett eftir fólkatalinum í kommununi.

Allar kommunur, uttan Tórshavnar kommuna, eru limir í IRF.

Men tað merkir, at eigur ein borgari tvey hús í somu kommunu, rindar kommunan bara eitt gjald til IRF.

Sostatt hevur kommunan ikki eyka útreiðslur av, at borgarin eigur tvey hús, siga tey í andstøðuni.

Men eftir uppskotinum hjá samgonguni, kann kommunan nettupp krevja gjald fyri ta tænastu, at ruskið verður heintað.

Er talan um ein borgara í eini aðrari kommunu, sum eisini eigur hús í hesi somu bygdini, skal hann heldur ikki rinda fyri hesa tænastuna, tí kommunan fær ikki rokning frá IRF fyri borgaran - og ruskposin verður heldur ikki tikin.

– Tí verður tað neyvan nøkur kommuna, sum fær rokning frá IRF fyri ruskposan, har eingin er skrásettur at búgva.

– Kortini stendur í uppskotinum frá samgonguni, at kommunur kunnu taka tænastugjald fyri at húsarhaldsruskið verður tikið, staðfesta tey í andstøðuni.

Koyrir ein borgarin, burturkast í bingjuplássið í eini bygd í eini aðrari kommunu enn hann býr, kann kommunan taka gjald fyri tað.

Men gjaldið má tá ikki vera størri enn útreiðslurnar, sum kommunan hevur av hesum.

– Spurningurin er, hvussu ein kommuna kann vita, hvussu nógv ein borgari fyllir í bingjurnar á einum ruskplássi, spyrja tey.

Tey í andstøðuni vísa eisini á, at nógvar smáar føroyskar bygdir hava brúk fyri avbygdarfólki, ið hava tilknýti til bygdina.

Tað er neyðugt at fáa hjálp frá avbygdarfólkunum at reka, og kanska halda hesi avbygdafólkini til í einum húsum, ið hoyra til familjuna.

– Men spurningurin er, hvat hendir, um hesi fólkini skulu rinda 8.000 krónur um árið fyri húsini, og um vandi er fyri, at húsini verða seld til onkran, sum ikki hevur tilknýti til bygdina.

Hendir tað, er vandi fyri, at grundarlagið verður máað undan tí gamla, siðbundna bygdarlívinum, halda tey.

Tað kann eisini vera ein avbjóðing, um onkur arvar eini hús, sum viðkomandi ikki brúkar, og heldur ikki sleppur av við, tí tað skulu rindast 8.000 krónur um árið í tænastugjaldi fyri tómu húsini.

– Ein annar vandi er eisini, at teir pengarnar, fólk nú skulu rinda í tænastugjøldum, fara tey at brúka minni til at halda húsini. Tað kann hava við sær, at fleiri hús á smáplássum fara at fella í órøkt, halda tey í andstøðuni.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

21. apríl kl. 16:55

Suðuroyartunnilin: Nú eiga vit at taka ein steðg

11 tímar síðan

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

Takk til politisku skipanina: Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár

15 tímar síðan

Hvat hugsar Sjúrður Skaale fyri sær?

Í gjár kl. 13:55

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

Í gjár kl. 07:42