Tórshavnar Býráð fer nú at leita eftir einum grundstykki til at byggja lestraríbúðir á.
Tað er ein stórur trupulleiki at so nógv ung flyta av landinum í útbúgvingarørindum. Tískil er eitt aðalmál hjá Fróðskaparsetrinum at fáa fleiri næmingar at støðast longri í Føroyum og eisini at bjóða enn fleiri útbúgvingar í Føroyum.
Trupulleikin er samstundis, at tað er stórt trot á bústøðum til lesandi, bæði í Havn, men eisini kring landið alt.
– Vit hava fáar lestrarbústaðir og skal endamálið verða at fáa fleiri lesandi, og fleiri útbúgvingar, er tað eisini neyðugt at útvega fleiri lestrarbústaðir, er niðurstøðn hjá Fróðskaparsetrinum.
Av tí sama hevur Fróðskaparsetrið sett ein arbeiðsbólk, at kanna møguleikan fyri at byggja eitt lestrarheim í Havn.
Í bólkinum er eitt umboð fyri tey lesandi, Ulla Joensen, stjóri í Elektron og Árni Ellefsen, ráðgevari, og fyrrverandi stjóri í Føroya Banka.
Arbeiðsbólkurin hevur vent sær til Tórshavnar býráð fyri at vita, hvar tað kundi borið til at bygt eitt lestrarheim.
Í fyrsta umfari vilja tey fara undir eina verkætlan við 300 - 400 lestrarbústøðum, men í longdini er ætlanin at kunna byggja tilsamans 900 lestrarbústaðir í Havn.
Fleiri staðsetingar hava verið umrøddar, tó er eingin loysn er funnin enn.
Hugt hevur verið eftir økinum kring Frælsið og har um vegir, soleiðis at eitt lestrarheimið verður beint við Fróðskaparsetrið.
Tórshavnar kommuna eigur ikki nógv grundstykki í hesum økinum, men mett verður, at onkrir møguleikar eru. Somuleiðis eigur Landið nakað av lendi í hesum økinum, umframt at nakað av óbygdum lendi er privat.
Tey halda, at øll grundstykki rundan um Fróðskaparsetrið eiga at verða kannað soleiðis at eitt veruligt lestrarheim kann verða bygt í økinum, so skjótt fígging er fingin til vega.
Tey halda, at Tórshavnar býráð eigur at hava ein virknan leiklut í royndunum at finna eitt gott stykki til eitt komandi lestrarheim í Havn.
Tí heur býráðið nú samtykt, at umsitingin fer undir arbeiðið at finna eina nøktandi staðseting til byggja eitt stórt lestrarheim til 300 - 400 lesandi.